Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur ikki brotið lógina fyri tað um hann ikki vil strika bummgjaldið í Vágatunlinum.
Tað staðfestur Landsstýrismálanevndin.
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, hevði annars kært landsstýrismannin fyri lógarbrot, tí at hann ikki vil avtaka bummgjaldið, hóast alt lánið í tunlinum er goldið. Hann sigur, at tað var annars ein greið, politisk avtala, at bummgjaldið skuldi avtakast, tá ið lánið varð goldið.
Men Landsstýrismálanevndin er ikki samd og sostatt fær Jørgen Niclasen ikki viðhald. Nevndin staðfestur, at tað stendur í lógini, at tunnilin skal latast landsstýrinum fyri einki tá ið útveganarkostnaðurin er goldin. Men tað er ikki tilskilað, hvat útveganarkostnaðurin er.
Jørgen Niclasen hevur ført fram, at tað var alla tíðina fatanin, at hetta merkir, at hon skuldi latast landinum, tá ið lánið varð goldið og ikki tá ið partapeningurin frá landinum eisini var goldin.
Men bæði fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, og núverandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, hava staðfest, at útveganarkostnaðurin er allur kostnaðurin, bæði lánið og partapengarnir hjá landinum, so fyrrenn partapengarnir eisini eru goldnir, er tunnilin ikki goldin.
Henrik Old, landsstýrismaður hevur somu fatan og Landsstýrismálanevndin gevur teimum trimum rætt í hesi tulkingini. Landsstýrismálanevndin heldur nevniliga, at tað er rættiliga greitt, at ”útveganarkostnaður” skal skiljast sum kostnaðurin av at útvega tunnilin, ella at gera íløguna, ella at fremja verkætlanina.
– Tá ið tunnilin er útvegaður partvíst við láni og partvíst við partapeningi, er talan sostatt ikki bert um, at lánini skulu gjaldast aftur, men at allur kostnaðurin av at útvega tunnilin skal gjaldast aftur, áðrenn treytin í lógini er lokin.
– Um so var, at tunnilin skuldi latast landinum til ognar, tá bert lánið var afturgoldið, so átti hetta at staðið greitt í løgtingslógini um fast samband um Vestmannasund, men tað ger tað ikki. Og tí er niðurstøðan hjá Landsstýrismálanevndini, at talan Henrik Old hevur ikki brotið lógina.