Tá Henrik Old, landsstýrismaður, fór at finnast at Tórshavnar kommunu, fekk hann av at vita frá mótmælisfólkunum, sum vóru savnaði úti í Tinganesi í dag.
Eini 200 fólk vóru savnaði til mótmælistiltakið í Tinganesi í dag móti vánaligu samferðsluumstøðunum hjá teimum, sum búgva á útoyggj.
Nólsoyingar, kalsoyingar, skúvoyingar og hestmenn vóru komin saman at gera vart við sína ónøgd um, at tey í tíð og ótíð missa síni samferðsluskip, tá okkurt av hinum skal til sýn ella umvælingar ella nýtast sum leiguskip.
Henrik Old fekk hevur fingið nógvar ákoyringar fyri at strika ætlanirnar hjá gomlu samgonguni um avloysaraskip, men hann vardi sína avgerð í dag.
- Skipið tók ov fáar bilar og sigldi seinni enn Ternan, so tað tók ikki langa tíð hjá mær at avgera, at hatta skipið skuldi ikki til Føroya, segði hann.
Hann hevði tó hug at geva Tórshavnar kommunu eitt prik og peikaði á, at meðan íbúgvar í Kirkjubø og Hoyvík kunnu koyra ókeypis inn í miðbýin, má Strandferðslan rinda eina millión um árið fyri at flyta fólk úr Nólsoy inn til høvuðsstaðin.
- Ein millión, sum kann gera stóran mun aðrastaðni hjá Strandferðsluni, segði hann.
Hetta fall tó ikki í góða jørð hjá teimum, sum vóru komin saman. Fólk róptu Buuu og bríkslaðu eftir landsstýrismanninum og róptu, at hann einans royndi at flyta fokus og renna undan ábyrgd.
Terji Rasmussen, Kim Hansen, Jóan Jakku Guttesen og Anfinn Nielsen undirhildu, meðan tey 200 mótmælisfólkini bíðaðu eftir landsstýrismanninum.
Anfinn Nielsen, sum sang Sirkus Tinganes, hevði eina gávu til samgonguna. Hann hevði keypt teimum eina reyða klovnanøs hvør, sum teir skuldu eiga frá sær.
Lukturin av turrum fiski, eplum og vaflum hekk í luftini, meðan tónleikararnir spældu og fyriskipararnir søgdu nøkur orð.
Við herrópum sum “Frá Oldtíð til Nútið”, “Bundin er bátleysur maður”, “Fyrr vóru vit gauv, nú eru vit auv”, og “Ternan sigur kri, kri, kri, eg eri avoldað, ger mær frið,” løgdu tey síni krøv fram.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, var eisini til staðar, og mátti ásanna, at landsstýrið ikki hevði loyst uppgávuna nóg væl, tá so stór mannamúgva kom at mótmæla.
Henrik Old segði, at sjálvandi arbeiðir landsstýrið við at finna røttu loysnina upp á samferðslutrupulleikarnar, men at tey hava ráð at bíða nakrar mánaðir meiri ella minni fyri at fáa røttu loysnina.
Umboð úr Nólsoy, Hesti og Kalsoynni handaðu landsstýrismanninum skriv, sum lýstu avbjóðingarnar, sum tey liva undir, tá samferðsluviðurskiftini eru so ótrygg.