Henrik Larsen frá fótbólti til brennivín

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin skal nú selja sjampanju og brennivín

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin í fótbólti, Henrik Larsen, hevur seinastu tíðina arbeitt í fótbóltsfelagnum Lyngby, har hann hevur arbeitt við sølu og annað. Men nú skiftir Larsen til fyritøkuna DRINX, ið selir eitt nú sjampanju, vín og brennivín.

DRINX hevur høvuðsskrivstovu í Frederikshavn har norðuri í Jútlandi, men Henrik Larsen skal serliga selja á Sælandi og arbeiða á deildini í Greve.

DRINX er fyritøka, ið selir drykkjuvørur til eitt nú náttklubbar.