Henrik Larsen fingið sekkin

Illa hevur gingist í hond hjá Randers FC í superliguni, og í 11 dystum eru bara tvey stig fingin til høldar. Sunnudagin tapti Randers FC á heimavølli 1-2 fyri Christian Lamhauge Holst og hinum í Silkeborg.

 

Tað hevur í dag fingið ta avleiðing, at høvuðsvenjarin, John Faxe Jensen, hevur fingið sekkin saman við hjálparvenjarunum, Henrik Larsen og Flemming Povlsen, og fysiska venjaranum, Kenn Samuelsen.

 

John Faxe Jensen var venjari hjá Jákup Mikkelsen, tá hann í 2000 saman við Herfølge vann danska meistaraheitið, og Henrik Larsen kenna vit sum føroyskan landsliðsvenjara frá 2001 til 2005.