Henrietta víðari í einmansleiki og í tvímansleiki

OYGGJALEIKIR: Henrietta Nielsen vann sín bólk í tí innleiðandi umfarinum í borðtennis

Ein langur dagur hjá føroysku borðtennisíðkarunum á oyggjaleikunum í Gotlandi er av.

 

Heimasíðan hjá borðtennissambandinum uppsumerar dagin soleiðis: "Blandaður tvímansleikur byrjaði kl. 0900. Bæði føroysku pørini vórðu útsligin í bólkaspælinum.

Eftir tað spældu Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen seg víðari í tvímansleiki hjá kvinnum. 

Bæði pørini í tvímansleiki hjá monnum eru úti.

Hjá monnum í einmansleiki spældu Eyðun Ellendersen og Sveinur M. Nolsøe seg víðari. Pætur og Knútur gjørdust ov stuttir.

Hjá kvinnunum vann Henrietta Nielsen sín bólk í single. Durita heldur ikki fram hesa ferð eftir at hava tapt tveir dystir innleiðandi og vunnið ein.

Borðtenniskappingarnar byrjaðu í morgun kl. 0900 (upphiting kl. 0800). Seinasti dysturin hjá føroyingunum í dag endaði tá klokkan nærkaðist 20.00."