Hendrik Egholm, sum hevur verið marknaðarstjóri á Smyril Line, er settur sum stjóri hjá Føroya Shell Hesum hevur nevndin í Føroya Shell júst boðað frá.
Hendrik er 33 ára gamal og útbúgvin cand.merc. á Handilsskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur síðani 2004 verið sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line. Áðrenn hetta arbeiddi hann eitt skifti hjá donsku Valux og hjá donsku lýsingar- og ráðgevingarfyritøkuna, Integral, í Keypmannahavn.