Hendingaríkur javnleikur millum Chelsea og Manchester United

Manchester United vendi einum hóttandi 3-0 tapi til ein 3-3 javnleik í einum spennandi og dramatiskum dysti á Stamford Bridge í dag. Papiss Demba Cisse fekk eina dreymabyrjan upp á yrkisleiðina sum Newcastle leikari.

 

Stóri dysturin í hesum umfarinum í Premeir League var á Stamford Bridge, har Chelsea tók móti Manchester United, sum undan dystinum ikki hevði vunnið á heimavøllinum hjá Chelsea í níggju ár í Premier League samanhangi.

 

Chelsea kom á odda í einum rótutum fyrra hálvleiki, tá Johnny Evans var óheppin og beindi eitt Daniel Sturridge innlegg í egi mál. Fyrri hálvleikur var merktur av rótutum spæli og einum spentum stemningi.

 

Í seinna hálvleiki kom Chelsea á odda við heili trimum málum. Fyrst flúktaði Juan Mata eitt innlegg frá Fernando Torres í nettakið til 2-0. Løtu seinni sendi Juan Mata eitt fríspark innfyri, sum David Luiz stútaði mál. Bólturin rakti Rio Ferdinand á vegnum, men fyribils er David Luiz settur sum málskorari.

 

Manchetser United svaraði tó aftur við tveimum brotsspørkum. Í báðum førinum var Wayne Rooney tryggur úr ellivu metrum. Chelsea leikararnir vóru serliga ónøgdir við seinna brotssparkið, har Howard Webb metti at Branislav Ivanovic feldi Danny Welbeck.

 

Innskifti Javier Hernandez tryggjaði Manchester United annað stigið, tá hann stútaði eitt innlegg frá Ryan Giggs í mál. Leikliga mundi Manchester United verða omaná, men í Chelsea munnu tey verða vónbortin av at missa eina trý máls leiðslu á heimavølli.

 

Manchester United er nú tvey stig aftanfyri Manchester City í oddinum. Chelsea kemur við annað stiginum upp á fjórða pláss, sum Newcastle yvirtók eina løtu.

 

Ein dystur var fyrr í dag millum Newcastle og Aston Villa. Demba Ba legði Newcastle á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Beint fyri hálvleik javnaði leigusveinurin úr LA Galaxy, Robbie Keane, fyri Aston Villa.

 

Avgerandi málið kom tjúgu minuttir fyri tíð, tá innskifti Papiss Demba Cisse hegnisliga sparkaði bóltin í handara mál horn. Hetta var fyrsti dysturin hjá framherjanum úr Senegal fyri Newcastle síðani skiftið frá týskum fótbólti. Hann og Demba Ba, sum somuleiðis er úr Senegal, hava luttikið í Africa Cup of Nations, men eru nú tøkir aftur fyri Newcastle.

 

Premier League í dag:

 

Chelsea – Manchester United 3-3

Newcastle – Aston Villa 2-1

 

Í gjár:

Arsenal – Blackburn 7-1

Norwich – Bolton 2-0

Manchester City – Fulham 3-0

QPR – Wolves 1-2

Stoke – Sunderland 0-1

WBA – Swansea 1-2

Wigan – Everton 1-1

 

Mánadagin:

 

Liverpool - Tottenham