Hendan myndin er farin um allan heim

Ein dani tók eina mynd í Grønlandi av sletuhundum, sum vassa í vatni - nú er myndin farin víða í sambandi við kjak um veðurlagsbroytingar

Tað er ein sannroynd, at ísurin í Grønlandi bráðnar, og myndin oman fyri verður av nógvum søgd at siga meira enn túsund orð. 

Myndin vísir, hvussu sletuhundar vassa í vatni upp til øklarnar, meðan teir trekkja eina sletu á bráðnaðum havísi við fjørðin Inglefield Bredning í Norðurvesturgrønlandi. Hitin í Grønlandi er í hesum døgum 15 stig heitari, enn hann plagar at vera um hesa tíðina. Tí er tað óvanligt, at so nógv vatn er har, sum hundarnir á myndini ganga.

Myndin er tikin av Steffen M. Olsen frá donsku veðurstovuni, DMI. Aftaná myndin varð almannakunngjørd, hevur DMI fingið fyrispurningar úr øllum heiminum frá miðlum, sum vilja hoyra søguna um myndina.

Sambært Ritzau hevur myndin enntá fingið uppmerksemi frá fyrrverandi amerikanska varðaforsetanum, Al Gore, sum í nógv ár hevur arbeitt fyri at varpa ljós á veðurlagsbroytingar.