Hendan gøtan skal eita Elspugøta

Býráðið í Havn skal á fundi í dag taka støðu til gøtunøvn í nýggjum útstykkingum á Argjum

Gøtan í nýggju útstykkingini oman fyri Argjahamar skal eita »Elspugøta«. Tað er uppskotið frá Gøtunavnanevndini hjá Tórshavnar kommunu, sum Tórshavnar býráð skal taka støðu til í dag.

Elspa Dánjalsdóttir var kona Andras Mortansson. Tey vóru fyrstu niðusetufólk á Argjum, og er uppskotið, at gøtan skal kallast upp eftir henni.

Í sambandi við útstykkingina sunnan fyri Argjahamar mælir nevndin til at nevna ovaru gøtuna »við Ljósá« og bogan og niðaru gøtuna »við Fransá«

– Hetta er við støði í, at ovari partur av ánni frá Ljósávatni eitur Ljósá, og niðari partur eitur Fransá, stendur í uppskotinum frá Gøtunavnanevndini.

Málið er samtykt í mentamálanevndini 11. september og samtykt varð eisini at beina málið í býráðið.

 

##med2##