Moskva lovar "pínufulla" hevnd

- Eg havi upplýsingar um, at Russland stendur aftanfyri sabotasjuroyndir í Póllandi og øðrum sameindum londum, sigur pólski uttanríkisráðharrin

Maria Zakharova, talskvinna hjá russiska uttanríkisráðnum

Pólskir myndugleikar hava gjørt av at steingja russiska konsulátið í býnum, Poznan, har vesturi í landinum.

 

Nú ávarar Russland um, at avgerðin fer at fáa avleiðingar.

 

Talskvinnan fyri russiska uttanríkisráðið, Maria Zakharova, lýsir pólsku avgerðina sum enn eitt "fíggindaligt stig", veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.

 

Reuters endurgevur statsliga russiska tíðindahúsið, Ria Novosti.

 

Maria Zakharova ávarar um "pínufulla" hevnd, sum hon tekur til.

 

Orsøkin til, at Pólland steingir russiska konsulátið er sambært pólska uttanríkisráðharranum, Radoslaw Sikorski, ein roynd at sabotera til frama fyri Russland.

 

- Eg havi upplýsingar um, at Russland stendur aftanfyri sabotasjuroyndir í Póllandi og øðrum sameindum londum.

 

Radoslaw Sikorski sigur, at hetta er orsøkin til, at hann tekur loyvi frá Russlandi at reka konsulátvirksemi í Poznan, sigur pólski uttanríkisráðharrin sambært NTB í dag.

 

 

 

Maria Zakharova, talskvinna hjá russiska uttanríkisráðnum