Nú hongur Ingilín í klønum tráð

Tjóðveldi stendur ikki saman um Ingilín. Hóast Tjóðveldi hevur sent yvirlýsing út um at tey stuðla avgerðini hjá landsstýrismálanevndini, so taka tvey tingfólk ikki undir við tí

Erling Eidesgaard og Liljan Weihe, tingfólk hjá Tjóðveldi, vilja ikki verja Ingilín Didriksen Strøm ímóti misálitisuppskotinum hjá andstøðuni

Erling Eidesgaard og Liljan Weihe fara at atkvøða fyri misálitisuppskotinum á Ingilín Didriksen Strøm, sum nú er til viðgerðar í Løgtinginum.

 

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur seg verða tiknan á fótum av teimum báðum, og at hann nú hevur fingnið »innanhýsistrupulleikar« av málinum.

 

Um døgurðatíð sendi Tjóðveldi út eina yvirlýsing frá floksleiðslu og aðalstjórn Tjóðveldis, har tey vístu á, at tey taka undir við meirilutanum í landsstýrismálanevndini um at seta ein kanningarstjóra at kanna málið um Ingilín Didriksen Strøm, sum er kærd fyri at siga ósatt fyri Løgtinginum.

 

Tjóðveldi er einasti flokkur, sum hevur sent út yvirlýsing um hetta mál

 

Men bæði Erling Eidesgaard og Liljan Weihe hava á tingsins røðarapalli boðað frá, at tey ikki kunnu verja landsstýriskvinnuna.

 

Yvirlýsingin frá Tjóðveldi var soljóðandi:

 

»Frá floksleiðslu og aðalstjórn Tjóðveldis

 

Floksleiðsla og aðalstjórn Tjóðveldis er samd um at fylgja niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini at seta ein kanningarstjóra at lýsa málið um landsstýriskvinnuna við Umhvørvismálum.

 

Landsstýrismálanevndin hevur til uppgávu at gera tilmæli til Løgtingið um embætisførsluna hjá landsstýrisfólkum, og tilmælið frá nevndini er at seta ein kanningarstjóra.

 

Einans við at virða skipanirnar ber til at byggja upp á álitið á hesar skipanir.

 

 Floksleiðsla og Aðalstjórn Tjóðveldis«

 

Erling Eidesgaard og Liljan Weihe, tingfólk hjá Tjóðveldi, vilja ikki verja Ingilín Didriksen Strøm ímóti misálitisuppskotinum hjá andstøðuni