Samgongan eigur at leggja eina ætlan fyri, hvussu tunlar skulu gerast hesi næstu árini. Í hesum sambandi má sangongan eisini semjast um, hvørjir tunlar skulu gerast – og ikki minst, í hvørjari raðfylgju, teir skulu gerast.
Tað hildu fleiri tinglimir, nú Løgtingið viðgjørdi uppskotið um at gera tunnil til Fámjins. Tey halda, at tað hevði havt stóran týdning fyri tær ymsu bygdirnar, at ein greið ætlan varð løgd, tí so vistu tey, hvat er í væntu, og nær teirra tørn er at fáa tunnil.
Hesi seinastu nógvu árini eru allir tunlar bjóðaðir út til privat virki at kappast um. Men fyri nøkrum árum síðani var eitt lið av arbeiðsfólki skipa undir Landsverki og endamálið við tí var serliga at gera teir smærru tunlarnar.
Fyrsti tunnilin, hetta tunlasjakki hjá Landsverki fór undir, er tunnilin til Dals. Men játtanin er so lág, at við hetta lag tekur tað fleiri ár at gera hann lidnan.
Tí umrøður samgongan eisini møguleikan fyri at hækka játtanina til tunlasjakkið fyri at fáa tað at ganga skjótari – men eingi lyfti vórðu givin. Men tað eru eisini tey í samgonguni, sum ikki halda, at tunlasjakkið skal halda fram, men at allir tunlar skulu bjóðast út.
Men so er tað tann stóri spurningurin, hvør skal tann næsti tunnilin verða, sum skal gerast. Men her var tolulig semja um, at tunnilin til Tjørnuvík eigur at verða tann næsti. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum heldur, at Tjørnuvíkartunnilin eigur at verða tann næsti, og partamaður hansara, Heðin Zachariasen, heldur, at kann ikki nakar ivi verða um, at Tjørnuvíkartunnilin skal vera tann næsti – og tað skal vera beinanvegin, tunnilin til Dals er liðugur. Hann sigur, at tunlarnir eiga at raðfestast eftir, hvussu vandamikið tað er at koyra, og har er eingin ivi um, at vegurin til Tjørnuvíkar er ein tann vandamiklasti bygdarvegurin, sum er eftir.
Tað er sera bratt at koyra til Tjørnuvíkar og tað er javnan, at tað loypur á vegin og hann leggur afturat, at grótið úr tunlinum skal brúkast at breiðka vegin uttan fyri tunnilin, við.
Heðin Zachariasen sigur, at tað so vandamikið at koyra til Tjørnuvíkar, at bara tey fáa ein tunnil, verður tað nógvar ferðir tryggari at koyra, hóast tunnilin hvørki fær ljós, ella nakra trygdarútgerð av nøkrum slagi.