Helvtin av fólkavøkstrinum er í Havn

39% av øllum fólkinum í Føroyum búgva í Tórshavnarøkinum, men vøksturin í hesum økinum var 449 fólk, svarandi til 54% av øllum fólkavøkstrinum í landinum frá 1. mai í fjør til 1. mai í ár

Tann 1. mai í ár var fólkatalið í Føroyum 52.484 og vaks sostatt við 834 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. mai 2019 – 1. mai 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%.

Hetta kemur av einum burðaravlopið á 267, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 567, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum, skrivar Hagstovan.

Hyggja vit eftir teimum ymisku økinum í landinum, so er tað Tórshavnarøkið, har tann størsti vøksturin er, nevniliga 54%.

Í Eysturoy búgva 23% av fólkinum í Føroyum. Vøksturin har á 178 fólk svarar til 21% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum – teirra partur av fólkavøkstrinum er nakað minni og svarar til 10%.

Í Streymoyarøkinum annars búgva 9% av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum er 6-7%.

##med2##

Í Vágum búgva stívliga 6% av fólkinum, og teirra partur av vøkstrinum var neyvt tann sami.

Í Sandoy búgva stívliga 2% av fólkinum, og teirra partur av fólkvøkstrinum var nakað tað sama.

Í Suðuroy býr ein minkandi partur av fólkatalinum, nú beint undir 9%, og henda gongdin tykist bara at halda fram.

Lutfalsliga størsti vøksturin í Eysturoy er í Eiðis kommunu við 3,8%. Síðani 1. Jan. 2014 er fólkatalið í Eiðis kommunu vaksið úr 678 upp í 768.

Í Sandoyar sýslu veksur Sands kommuna við 10 fólkum, ið er 1,9%. Eisini er vøkstur í Húsavík og Skálavík, meðan Skopunar kommuna minkar.

Í Suðuroy minkar sum heild, men tó er ein lítil vøkstur í Vágs kommunu.

##med3##

Trendurin vísir framhaldandi vøkstur í fólkatalinum
Nettoflytingin økir um fólkatalið við næstan 50 fólkum mánaðarliga

Nú hava vit í seks ár havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum, tað leggjast eini 70 fólk afturat í miðal mánaðarliga. Nú bæði mars og apríl eru taldir við, tá ið koronasmittan hevur gjørt um seg, er enn ongin ábending um nakra broyting í hesi vøkstrinum.

Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið um 100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt síðani 2011 úr eini 100 fólkum upp til eini 145 mánaðarliga. Síðani 2018 hevur hon ligið um 150.

Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú gott 45-50 fólk mánaðarliga.

##med4##

Burðaravlopið økir um fólkatalið við 20-25 fólkum mánaðarliga

Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu fimm árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal um 55 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er um 660 árliga.

Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga.

Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum (tað er munurin millum fødd og deyð), telur tí 20-25 fólk mánaðarliga, skrivar Hagstovan.