– Ógvusliga kjakið um báðar møguleikarnar er løgin, tí ein avgjørd læra um Helviti hevur nógv meira við gnostisismu og spekulatión at gera, enn tað hevur at gera við evangeliskan kristindóm.
Tað skrivar Jacob Holm, sóknarprestur í Fredenskirken í Viby, í eini tíðargrein í Kristieligt Dagblad 6. mars í 2007. Ein lesari okkara hevur heitt á okkum at endurprenta tíðargreinina í sambandi við kjakið, sum hevur staðist av sendingini »Gud signi Føroyar«, sum hevur verið víst í sjónvarpinum seinastu vikurnar. Hugsanin um eitt helviti, har øll tey glataðu skulu brennast í ævigar tíðir, hevur fylt nógv í sendingini, sum Heini í Skorini hevur staðið fyri.
Sambært Jacob Holm er veruleikin, at hugskotið um eitt Helviti hevur lítlan týdning fyri evangelistiskan kristindóm.
– Læran um eitt ævigt Helviti sum pínslustað verður av álvara ment í fornkirkjuni – serliga í miðøld.
Hann vísir á, at í Nýggja Testamenti verður ímyndin um eitt ævugt Helviti ikki lýst út í æsir. Og so slett eingin »læra« um eitt Helviti, har menniskju vera sett í æviga líðing.
– Tað nærmasta, vit koma hesum er í frásøgnini um ríkamann og Lázarus, har tann ríki maðurin vaknar upp í deyðsríkinum í pínu. Tann frásøgnin snýr seg ikki um Helviti sum eitt sjálvstøðugt evni og kann tulkast fleiri vegir – til dømis vera ein áminning um at vísa ábyrgd, skrivar Jacob Holm.
At enda í tíðargreinini spyr Jacob Holm:
– Tá ein avgjørd læra um eitt ævigt Helviti ikki er til í Nýggja Testamenti – hví so brúka so nógva orku sum evangelisk fólkakirkjukristin at fara undir eina slíka læru? Hon er fremmand í Nýggja Testamenti, sigur hann.
– Hugsanin kann tulkast nakað soleiðis: Eins og deyðin hevur mist broddin við Jesu Kristi uppreisn frá teim deyðu, á sama hátt hevur einhvør veruleiki um eitt ævigt Helviti mist sína megi. Tað haldi eg, at vit skulu halda fast í sum ein týdningarmiklan part av kristnu boðanini, sigur hann og heldur fram:
Enn er tørvur á at avmytologisera tær helvitisímyndingarnar, sum eru í ávísum kirkjuligum umhvørvum og sum óansað er til í mentan okkara, eitt nú í óhugnaligum framtíðarfilmum, skrivar Jacob Holm í tíðargreinini í Kristeligt Dagblad.
Tíðargreinini kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER