Leygardagin fekk Súnfríð bræv frá universitetinum í Santa Barbara, tí nakað ræðuligt var hent beint við har, sum sonurin búði og gekk í skúla. Tá hon ikki fekk fatur á soninum í ein heilan dag, var hon frá sær sjálvari
Hálvan annan tíma áðrenn skotini í universitetsumráðnum í Santa Barbara í Kalifornien, var sonur Súnfríð Giehm júst har, sum hópdrápsmaðurin koyrdi ígjøgnum gøturnar og skeyt frá hond.
Skothendingin var beint har, sum hann býr og hópdrápsmaðurin býr í somu gøtu, sum hann, greiðir Súnfríð Giehm frá.
Leygarkvøldið fekk hon eitt bræv frá University of California, ið byrjaði soleiðis: "Dear parents, I am writing to you to report a tragic incident".
Tá Súnfríð ikki fekk sonin at svara allan dagin, var hon frá sær sjálvari og óttaðist, at hann var ein av teimum, sum var dripin ella særdur av hópfrápsmanninum.
- Tað undarliga er, at eg havi gingið og verið bangin um Thomas, tí hann skuldi á hike í eini nátúrpark, og tað dámdi mær als ikki. So eg royndi at tosa hann frá, tí, men einki hjálpi, sigur Súnfríð.
Tað hevur møguliga bjarga hansara lívi.
- Eg tosaði við hann í telefon hálvanannan tíma áðrenn hendingina. Tá vóru teir við at gera seg klárar til at fara, og eg tosaði tí bert heilt stutt við hann, men hann var júst har, sum hetta var hent, fortelur Súnfríð.
Hon óttaðist, at teir ikki vóru komnir avstað, ella vóru vendir við aftur, tá hann ikki tók telefonina.
Hon ringdi til øll sum kundu hugsast at vtia hvar sonurin var, og at enda sovnaði hon klokkan fýra um morgunin útlúgvað og uttan at hava fingið samband við nakran, sum visti, hvar hann var.
Tá hon vaknaði aftur klokkan 07 í morgum lóu boð frá soninum og fleiri øðrum vinmonnum, sum hon hevði skrivað og ringt til. Hann skrivaði, at hann hevði tað gott, og at hann ikki hevði tikið telefonina, tí hon var brend út. Hann hevði sovið í einum tjaldi um náttina langt vekk frá býnum.
Dreingirnir hava nú avlýst túrin, tí teir eru skelkaðir av tilburðinum, og vita ikki um fólk, sum teir kenna, eru rakt av hesum, greiður Súnfríð frá.
Á facebook skrivaði Thomas fyrr í dag:
It is strange to emerge from something as tranquil as the woods of Sequoia only to learn that the outside world is even more twisted than it was when you left it. I am okay but unfortunately many are not; my thoughts go out to those deeply affected by this tragic event.
Súnfríð Giehm býr í Hoyvík, men 20 ára gamli sonurin Thomas Lambaa Giehm lesur Politiska filosofi á lærda háskúlanum í York, í Onglandi. Í løtuni er hann eitt ár á universitetinum í Santa Barbara, Kalifornia, og býr í gøtuni, har hópdrápsmaðurin, sum koyrdi runt í gøtunum í Santa Barbara, eisini búði, nærhendis har hann skeyt frá hond fríggjadagin.