Tað er ein sera ungur hópur, Brian Kerr hevur valt sær til venjingardystin í móti Skotlandi í annaðkvøld. Jónhard Frederiksberg er 30 ár, men annars er ikki ein tann einasti leikari eldri enn 30 og bara seks mans í hópinum eru omanfyri 25 ár.
Yngsti leikarin er 19 ára gamli Jóan Símun Edmundsson og næstyngstur er 20 ára gamli Erling Jacobsen. Síðani eru fýra 21 ára gamlir mans og tríggir 22 ára gamlir. Altso tilsamans níggju leikarar undir 22 ár.
Miðalaldurin á hópinum er 23,7 og tað er ógvuliga ungt. Samanbera vit við tann hópin, sum fekk javnt móti Norður Írlandi seinast føroyska landsliðið spældi, so er liðið yngt fleiri ár. Eingin av teimum seks, sum eru skiftir út í mun til nýggjasta hópin, var undir 24. Hinvegin vóru bæði 40 ára gamli Jákup Mikkelsen, 36 ára gamli Egil á Bø og 32 ára gamli Fróði Benjaminsen við, og tað hækkar miðalaldurin rættiliga fitt. Miðalaldurin á liðnum tá var 26,4, og sostatt er landsliðið yngt knapliga trý ár.
Hóast fleiri av ungu føroysku monnunum longu nú hava nógvar dystir í skjáttuni, so slepst ikki undan um, at landsliðið er munandi óroyndari hesaferð enn seinast. Tá Jákup Mikkelsen og Fróði Benjaminsen ikki eru við, minka landsdystarroyndirnar við fleiri enn 120 landsdystum.
------------------
Unga landsliðið:
19 ár Jóan Símun Edmundsson
20 ár Erling Jacobsen
21 ár Christian R. Mouritsen
21 ár Rógvi Baldvinsson Ålgård
21 ár Rógvi Poulsen
21 ár Pól Jóhannus Justinussen
22 ár Levi Hanssen
22 ár Jóhan Troest Davidsen
22 ár Bogi Løkin
23 ár Jónas Þór Næs
24 ár Tórður Thomsen
24 ár Gunnar Nielsen
26 ár Jann Ingi Petersen
27 ár Hjalgrím Elttør
27 ár Daniel Udsen
28 ár Atli Gregersen
28 ár Christian L. Holst
30 ár Jonhard Frederiksberg










