Helmingurin av dønum vita um grindadráp

Í einari nýggjari kanning, sum Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hevur latið gjørt, vísir, at 53% av dønum vita, at hvalirnir verða riknir upp á strondina og dripnir har.

Hinvegin má so sigast, at møguleikarnir í veruleikanum bert vóru tveir, tann oman fyri nevndi, og so at teir verða dripnir á opnum havi.

Hinir báðir møguleikarnir vóru á annan hátt ella veit ikki.

27% søgdu á opnum havi, 18% søgdu seg ikki vita, meðan tvey prosent søgdu á annan hátt.

Vert er at leggja til merkis, at tey, ið halda at grind verður dripiná opnum havi, liggja í bólkinum, sum veit sera lítið um Føroyar.

Kanningin vísir somuleiðis, at helmingurin av dønum halda, at grind er ein søluvøra, meðan 36% vita, at grindin verður býtt ókeypis millum fólk og etið.

Aftur fyri vísir kanningin, at fólk hvørki eru samd ella ósamd í, um føroyingar skulu halda fram at drepa grind.