Helgi: Lutakastið kundi verið hepnari

Tað verður torført, men Helgi H. Hoydal hevur ikki sørar vónir móti Hvítarusslandi

So er tað greitt, hvørjum óføru føroysku hondbóltsmenninir skulu spæla ímóti á leiðini ímóti HM endaspælinum, sum í januar 2023 verður í Svøríki og Póllandi.

 

Hjá Føroyum fall luturin soleiðis, at Føroyar í fyrra kvalifikatiónsumfarinum, sum verður miðskeiðis í mars, skulu spæla ímóti Hvítarusslandi. Lutakastið fall soleiðis, at Føroyar eiga heimadyst í fyrra dystinum. Heimadysturin verður leiktur 16. ella 17. mars. Útidysturin verður leiktur 19. ella 20. mars. 

 

Samantaldi vinnarin av uppgerðunum millum Føroyar og Hvítarusslandi skal spæla ímóti Týsklandi, og luturin fall soleiðis, at fyrri dysturin verður í Týsklandi.

 

- Eg eri ikki nøgdur við lutakastið. Vit kundu verið hepnari, og vit kundu verið eitt vet óhepnari. Men vit taka uppgávuna sum hon her, og vit kunnu ikki gera nakað við tað nú, sigur Helgi H. Hoydal sum í fleiri førum hevur verið liðskipari hjá landsliðnum.

 

Um hvítarussisku mótstøðuliðið sigur Helgi: - Hettar er subtoppurin í Evropa. Tað var eitt vónbrot hjá teimum til EM-endaspælið nú, men har býr meira í monnunum hjá Lukashenko. Karalek og Kulesh spæla báðir í einum av heimsins bestu feløgum, ið eitur Kielce, og eru millum bestu leikarar í heiminum.

 

Um vónirnar fyri einum samlaðum føroyskum sigri á Hvítarusslandi sigur Helgi: - Vóninar eru sjálvandi at spæla upp við teir. Vit hava onga umbering fyri ikki at fara inn fyri at vinna. Tung lið liggja ofta væl til okkum, so vit fara at koyra á til báðar dystirnar, sigur liðskiparin sum vónar at síggja og hoyra eina fullsetta høll á Hálsi í Havn til heimadystinum við einari áskoðarafjøld, ið fer at bera føroyska liðið.

 

Vinnarin av samlaðu uppgerðini millum Føroyar og Hvítarussland skal spæla móti Týsklandi millum 11. og 17. apríl. Vinnarin av tí samlaðu uppgerðini vinnur seg í HM-endaspælið sum verður í Svøríki og Pólandi komandi ár.