TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Helga Hoydal aftaná minniliga 28-24 (16-14) sigurin hjá føroyska U21 landsliðnum ímóti Sveis í tí fyrsta HM-undankappingardystinum av trimum, sum verða leiktir á heimavølli í høllini á Hálsi í Havn hetta vikuskiftið.
- Eg standi her við gleðistárum, vóru fyrstu orðini hjá Helga Hoydal. Hoyvíkingurin helt, at føroyska liðið domineraði dystin, og var tað betra liðið, og hevði eitt móttrekk til alt tað, sum Sveis kom við. Við fýra málum gjørdi Helgi Hoydal sítt til at Føroyar vunnu.
Helgi Hoydal segði seg skula taka eina løtu til at fegnast saman við vinum og familjum, men eftir tað er tað fult fokus á at megna at knógva Ísrael í dystinum, sum byrjar í morgin klokkan 18.
Tróndur Arge sigur frá tí dystinum. Sendingin byrjar klokkan 17.40.










