Liðið hjá Helgu Ellingsgaard, Rødovre, tapti eisini seinasta dystin í Elitudeildini fyri vetrarsteðgin.
Tær spældu ímóti OB á heimavølli, og tær taptu 3-0. OB liggur á triðja plássi, og heldur fast um hetta pláss eftir sigurin á Rødovre, sum er nummar 4 við 19 stigum.
Odda- og meistaraliðið HEI tapti fyri fyrstu ferð í 14 mánaðir, tá Fortuna Hjørring kláraði at vinna heili 6-2, eftir at hava verið aftanfyri 2-1.
Men HEI er framvegis á odda í Elitudeildini, nú liðini fara í vetrarfrí. Fortuna er nummar 2.










