Nevndin fyri the Global Leadership Summit Føroyar, vanliga stytt GLS Føroyar, hevur fingið nýggja forkvinnu. Tað upplýsir felagið á teirra heimasíðu.
Nevndarformaðurin síðstu seks árini, Rúni Rasmussen, hevur lagt frá sær, og í hansara stað kemur Helga Nordendal. Helga Nordendal hevur verið nevndarlimur síðani 2011, er útbúgvin tænari og hevur drúgvar royndir frá hotellvinnuni í Føroyum, har hon eisini hevur havt fleiri leiðslustørv.
GLS Føroyar er felagsskapurin, ið árliga skipar fyri stóru leiðsluráðstevnuni GLS, ið vanliga verður hildin í Norðurlandahúsinum. GLS hevur virkað í Føroyum síðani 2008.