Helena úr landsstýrinum

Hósdagin 13.25: Helena Dam á Neystabø fer í dag at siga seg úr sessinum sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum. Orsøkin er úrslitið av kanningini um umbætisførslu hennara í pensjónsmálinum

Niðurstøðan hjá Løgdeildini í Tinganesi um handfaringina hjá Helenu Dam á Neystabø er so mikið tyngjandi, at hon hevur valt at siga seg úr landsstýrissessinum.

Tað skilst, at kanningin beinleiðis staðfestir, at Helena Dam á Neystabø handlaði uttan lógarheimild, tá hon fyri góðum ári síðani hækkaði fólkapensjónina við eini undantaksreglu sum grundarlag.

Sjálvstýrisflokkurin fer seinni í dag at halda tíðindafund um málið.

Løgmaður fer hvørja løtu at boða løgtinginum frá, at Helena Dam á Neystabø hevur sagt seg úr landsstýrissessinum.

Tað er enn ikki greitt, um Sjálvstýrisflokkurin fer úr samgonguni ella nýggjur landsstýrismaður verður valdur.