? Eftir áheitanum frá fleiri limum í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag havi eg gjørt av at vera í uppskoti til valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið.
Hetta sigur Helena Dam á Neystabø, fyrrverandi forkvinna Sjálvstýrisfloksins, sum hevur meldað seg sum lim í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.
Helena Dam á Neystabø vísir á, at tað eru tvinnandi viðurskifti, sum hava hennara serliga áhuga, sjálvstýrismálið og vælferð Føroya Fólks.
Tað var í november í fjør, at stríð tók seg upp í Sjálvstýrisflokkinum. Eftir nýggja bygnaði floksins, skuldi flokkurin kjósa sær formann á landsfundi, á sama hátt sum fleiri av hinum flokkunum gera.
Til landsfund Sjálvstýrisfloksins í november stillaði Sámal Petur í Grund upp ímóti Helenu Dam á Neystabø. Hetta førdi til, at Helena tók seg aftur sum formansevni, og nakrar dagar seinni tók hon seg úr Sjálvstýrisflokkinum. Hon segði tá, at hon framvegis stuðlaði samgonguni í teimum málum, sum hon kundi taka undir við.
Nú um dagarnar boðaði hon løgmanni frá, at hon tók stuðul sín til samgonguna aftur, og í hesi vikuni hevur hon so meldað seg sum lim í Javnaðarflokkinum. Enn er hon tó ikki partur av tingmanning Javnaðarfloksins.
Sjálvstýrislógin er besta boðið
Men er Helena Dam á Neystabø nú fullsamd við Javnaðarflokkinum í sjálvstýrismálinum?
? Ja, eg haldi at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um eina sjálvstýrislóg er besta boðið upp á at finna eina breiða semju. Um fyritreytirnar, sum nevndar eru í uppskotinum um eitt nú, at vit ikki bara fáa valdið til láns, og at sjálvsavgerðarrætturin er ómissandi, so er hetta uppskotið gongda leiðin, sigur Helena Dam á Neystabø.
Eitt stríðsmál millum Javnaðarflokkin og samgonguna hevur verið minkingin av blokkstuðlinum. Meðan samgongan hevur minkað blokkstuðulin við 360 milliónum, so hevur Javnaðarflokkurin ført fram, at hann í mesta lagi vil vera við til at minka stuðulin við 100 milliónum. Helena Dam á Neystabø segði í Degi og Viku hóskvøldið, at hon hevði mælt til, at blokkurin hægst skuldi minkast við 300 milliónum.
? Er Helena Dam á Neystabø ikki bangin fyri, at hon kann styggja sambandssinnaðar veljrarar frá Javnaðarflokkinum á henda hátt?
? Nei, tað vóni eg ikki, at eg geri. Sum politikari, so eri eg von at arbeiða við semjum. Í hesum føri, so er minkingin í blokkstuðlinum grundað á nakrar yvirtøkur, sum eru framdar. Javnaðarflokkurin hevur verið við til allar yvirtøkur, sum framdar eru, so tí er hetta í tráð við góðan javnaðarpolitikk, heldur Helena Dam á Neystabø.
Hon leggur eisini dent á, at hon ikki hevur hongt seg so neyvt í eina ávísa upphædd, men hon helt hetta verða eina gongda leið, nú yvirtikið verður eftir heimastýrislógini.
Eingin breið semja uttan Javnaðarflokkin
Helena Dam á Neystabø sigur, at hon í samgonguni fleiri ferðir royndi at vinna ljóð fyri, at Javnaðarflokkurin eisini varð tikin upp í part.
? Tað var heilt greitt, at vit kundu ikki fáa eina breiða semju, um ikki Javnaðarflokkurin var við, og hann var tann eisinasti, sum kundi verið við, sigur hon.
? Tvær fólkaatkvøður vóru eisini eitt krav, men eisini tað miseydnaðist. Ein sjálvstýrispolitikkur, sum ikki hevur rímiliga stóra undirtøku hjá Føroya fólki, er frammanundan dømdur til at miseydnast, heldur hon.
Lagnufundur fyri Helenu
Hóast Helena Dam á Neystabø hevur meldað seg sum lim í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, so eru allar súður ikki syftar enn. Uppstillingarfundurin skal gera av, hvør sleppur á listan, og tá fáa allir møttir limir í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag høvi at gera sína ávirkan galdandi.
Helena Dam á Neystabø var fram til oktober 1990 limur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, men tá meldaði hon seg úr flokkinum, og stillaði hon upp fyri Sjálvstýrisflokkin á løgtingsvalinum 17. november í 1990.
Helena Dam á Neystabø sigur, at hon er ikki smásár, og at hon hevur lagt alt persónlig agg aftur um seg.
? Hatta er eitt tólv ára gamalt stríð, sum fyri langari tíð síðani eigur at vera gloymt. Tað einasta, sum er í hesum, er, at eg eftir áheitan frá fleiri limum í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hava játtað at verða í uppskoti til valevni, sigur Helena Dam á Neystabø.
Men er hon ikki bangin fyri, at limirnir í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag ? sum tøkk fyri seinast ? ikki fara at velja hana upp á listan?
? Tað veit eg sjálvandi ikki. Eg havi ikki fingið nakra váttan um, at eg sleppi upp á listan, og eina slíka váttan kann eg heldur ikki fáa, tí hatta er ein avgerð, sum limirnir taka á einum uppstillingarfundi.
Hvat hendir, um tú ikki sleppur upp á listan ? fert tú so at royna teg í onkrum øðrum flokk?
? Nei, tað fari eg ikki, sigur Helena Dam á Neystabø avgjørd.
Uppstillingarfundurin hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag verður tí lagnufundurin fyri Helenu Dam á Neystabø sum løgtingskvinnu.
Ætlar ikki at troka seg fram
? Eg komi ikki í Javnaðarflokkin fyri at taka nakran av ræði, ella fyri at gera rumbul, ella sum nakar trojanskur hestur, tvørturímóti. Javnaðarflokkurin hevur í sínari stevnu góð og virðilig mál, sum eg taki fult undir við, og sum eg ynski at vera við til at bera fram og sannføra veljararnar um. Eg vil fegin hjálpa til at bera boðskapin og endamálið við sjálvstýrislógaruppskotinum hjá Javnaðarflokkinum fram. Tí hetta uppskotið er gott og væl gjøgnumhugsað, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon leggur afturat, at ein sjálvstýrisgongd, sum ikki hevur breiða undirtøku í fólkinum, er dømd til at miseydnast.
? Tað ásanni eg, og taki eg tí m.a. hetta stig, tí tað er so neyðugt, at vit fáa loyst hetta málið, so at onnur mál kunnu sleppa fram at.
Seinastu fýra árini hava lært Helenu Dam á Neystabø, at tað er av sera stórum týdningi, at skipa eina breiða samgongu, sum kann loysa sjálvstýrismálið. Hon heldur besta møguleikan verða eina samgongu millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokin, har Javnaðarflokkurin hevur leiðsluna. Hon heldur, at samgongan fór rættuliga langt við at minka blokkstuðulin við 360 milliónum, og hon vil so avgjørt viðurkenna tað, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri.