Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur bjóðað nývalda stýrinum fyri Kringvarpið og kringvarpsstjóranum til kunnandi fund seinnapartin í dag. Nýggja stýrið fyri Kringvarp Føroya fer nú til verka.
Seinnapartin í dag verður fundur, har landsstýriskvinnan, sum varðar av Kringvarpinum, verður vertur.
Helena Dam á Neystabø hevur nevniliga bjóðað nývalda stýrinum, øllum varalimum og kringvarpsstjóranum til ein kunnandi fund í Mentamálaráðnum seinnapartin í dag.
Á fundinum er ætlanin at umrøða leiklutin hjá stýrinum, eins og høvi verður at umrøða ymisk praktisk viðurskifti.
Stýrið er ovasta leiðslan fyri Kringvarp Føroya og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í kringvarpslógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar.
- Stýrið setir og loysir úr starvi stjóran og hevur eftirlit við, at Kringvarpið livir upp til tær public service-skyldur og raðfestingar, sum eru í nýggja public service-sáttmálanum, sum fekk gildi 1. januar 2011, sigur Helena Dam á Neystabø.
Landsstýriskvinnan heldur, at Kringvarp Føroya hevur alstóran týdning fyri okkara samfelag, tað veri seg fyri fólkaræði, mál og mentan.
- Tí liggur ein stór ábyrgd á stýrinum at tryggja, at vit hava ein stovn, sum røkir sínar public service-skyldur til lítar, og sum vit øll hava virðing fyri og eru góð við, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum.