Heldur undirsjóvartunnil enn tvær nýggjar ferjur

Landið hevur gjørt íløgur í nýggja suðuroyarferju og nýggja sandoyarferju. Signar Simonsen, verkfrøðingur, heldur, at hetta er at tveita peningin burtur, tí skilabetri hevði verið at gjørt eina íløgu í undirsjóvartunnil millum Streymoynna og Sandoynna. Smyril skuldi síðani siglt um Suðuroyarfjørð til Sandoynna. ? Málið má vera fast samband til Suðuroynna um Sandoynna, sigur Signar

 

Landsstýrið hevur gjørt íløgu í tvey nýggj skip, sum skulu vera partur av Strandfaraskipum Landsins. Nýggja sandoyarferjan fer at kosta 60 milliónir krónur, meðan suðuroyarferjan fer at kosta 300 milliónir krónur. Hetta er ein samlað íløga uppá 360 milliónir krónur. Røddir eru tó frammi um, at peningurin skuldi verið øðrvísi gagnnýttur.

?Peningurin skuldi ístaðin verðið settur í ein undirsjóvartunnil millum Streymoynna og Sandoynna. Eg meti, at ein undirsjóvartunnil hesar báðar oyggjarnar millum hevði kostað umleið 450 milliónir krónur, sigur Signar Simonsen, ið arbeiðir sum ráðgevandi verkfrøðingur.


Fleiri túrar

Um ein undirsjóvartunnil varð gjørdur, hevði Smyril siglt millum Sand og Drelnes.

Hetta hevði økt munandi um túratalið, soleiðis at suðuroyingar høvdu havt betri samband við meginøkið. Munurin er bara, at siglt hevði verið til Sands og ikki til Havnar.

Tað hevur altíð verið týdningarmikið hjá suðuroyingum at fáa fleiri túrar til meginøkið, men við hesi loysnini verða nógv fleiri túrar úr Suðuroynni tí siglingarleiðin styttist nógv, og tað er eitt, sum Signar leggur dent á.

? Um Smyril ístaðin sigldi millum Sandoynna og Suðuroynna, økist túratalið úr Suðuroynni, og tað hevði eisini hjálpt vinnulívinum í oynni, sum ikki hevði havt so langa bíðitíð sum nú, sigur Signar, sum metir, at vinnan mangan má bíða nakað leingi eftir lutum, sum eru bílagdir.


Katalysator

Signar metir, at Føroya land hevði fingið nógv meira burturúr pengunum, um teir vórðu nýttir til ein undirsjóvartunnil.

? Um peningurin varð nýttur til ein undirsjóvartunnil, hevði hann í størri mun farið í ringrás í føroyska samfelagnum og fleiri arbeiðspláss høvdu verið skapt. Ein ferja verður hinvegin avskrivað og missir sítt virði, sum tíðin líður.

? Hetta hevði verið sum ein katalysator fyri virksemi á Sandoynni, sum hevði verið meira í miðdeplinum, sigur Signar.

Hann metir, at vinnulívið á Sandoynni hevði havt nógv betri møguleikar at fáa fatur á útbúnari arbeiðsmegi. Hetta er ein stórur vansi hjá fyritøkum í øllum útjaðarum, sum

Tað er tó ikki væntandi, at landsins myndugleikar fara at fremja eina slíka verkætlan í bræði, men Signar heldur, at tað er tíð til, at landsins kosnu menn kanna henda møguleikan, tá so nógvir fyrimunir eru við honum.

? Landsins myndugleikar hava skyldu til at kanna tølini fyri hesi ætlanini, sigur Signar at enda.


Fellur í góða jørð

Bæði á Sandoynni og í Suðuroynni munnu vera mong, sum taka undir við sjónarmiðunum hjá Signari.

Í Sosialinum í gjár var frásøgn frá fundi í sambandi við útjaðarapolitikk landsins. Har varð ljós varpað trupulleikarnar hjá útjaðaranum. Eyðun Viderø, tinglimur og fyrrverandi bygdaráðsformaður á Sandi, segði í hesum sambandi, at størsta framstig hjá oynni hevði verið ein undirsjóvartunnil.

Linjohn Christiansen, bygdaráðsformaður í Skálavík, vísti eisini á, at hóast eini 400 milliónir krónur eru nýttar til samferðslukervið í Sandoynni, so eru bara eini 25 fólk, sum dagliga nýta farleiðina til Havnar.

Hetta bendir á, at peningurin til nýggju ferjurnar kundi verið farin til okkurt betri. Ein undirsjóvartunnil.

Tað er tó nakað seint at fara at tosa um ein undirsjóvartunnil til Sandoynna, nú íløgur eru gjørdar nýggja ferjulegu á Gomlurætt, nýggja sandoyarferju, havnina í Skopun og til ein nýggjan veg millum Havnina og Gomlurætt.

Hetta er nógvur peningur og tí er lítið hugsandi, at landsstýrið fer at taka grundarlagið undan hesum íløgum við at gera aðra farleið til sama øki.

Signar Simonsen ivast tó ikki. ? Farið undir arbeiðið beinanvegin.