Heldur starvsfelagar enn snapsur

Við eitt jólaborð er skilagott at brúka tíð upp á starvsfelagarnar heldur enn upp á snapsin.

Her eru nøkur góð ráð um, hvussu leiðarar og starvsfólk eiga at verða til eitt jólaborð -

 

* Jólaborðið snýr seg um felagsskap á arbeiðsplássinum. Tí er skilagott at brúka tíð upp á starvsfelagarnar heldur enn upp á snapsin.

 

* Ver tann, tú ert - og ikki ein annar enn tann, tú ert. Tað er týdningarmikið, at leiðarin ikki virkar sum eygleiðari við jólaborðið. Sum leiðari skálar og syngur tú við, samstundis sum tú hevur tingini undir kontroll.

 

* Sum leiðari snakkar tú hugnaprát við starvsfólkið heldur enn um tung og týdningarmikil evni. Um hugnaprát kennist leiðaranum fjart, kann viðkomandi fyrireika seg heima til onkur smáting at snakka um.

* Tú eigur at umhugsa, hvønn tú argar. Nógvir starvsfelagar tola arg, men onkur tolir kanska ikki. Tú eigur eisini at ansa eftir, hvørjar skrønur tú fortelur. Tað er í finasta lagi, at tú ert stuttligur, men tú eigur at minnast til, at orðini hjá leiðaranum verða vigað og greinað á ein øðrvísi hátt.

* Tá arbeiðsdagur kemur aftur, eigur tú ikki at snakka um tað, um tú við jólaveitsluna sá, at starvsfelagar dansaðu tætt.

* Skuldi tað hent, at onkur starvsfelagi gerst ov drukkin, eigur tú sum leiðari at fáa ein starvsfelaga at taka sær av tí fulla og fáa viðkomandi til hús. Leiðarin sleppur tá frá stríðnum, og hetta verður ikki so pínligt fyri starvsfelagan.


Kelda: Væksthus for ledelse (www.lederweb.dk)