TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við føroyska landsliðsvenjaran, Lars Olsen, sum sá sínar menn spæla væl, men ikki gagnnýta málmøguleikarnar, tá Føroyar og Lettland leiktu javnleik 0-0 á Tórsvølli í kvøld.
Lars Olsen iðrar seg eins nógv og spælararnir á føroyska landsliðnum, at eingin úrtøka fekst burturúr teimum stóru málmøguleikunum, og hann viðgongur, at hóast hann er komin í ein tilkomnan aldur, so fer hann aldrin at kunna venja seg við at síggja stórar málmøguleikar blíva misbrúktar.
Lars Olsen heldur seg tó kunna framhevja nógv jaligt. Hann heldur, at føroysku spælararnir avrikaðu væl, og spældu í løtum framúr væl. Hann er eisini glaður fyri, at liðið aftur helt málið reint.
Nú ger Lars Olsen klárt til seinastu uppgávuna, sum verður ímóti Ungarn í Budapest. Lars Olsen staðfestir, at tað eru ikki allir sum megna at spæla ein dyst aftur innan tríggjar dagar, og tí letur hann upp fyri, at tað verða onkrar broytingar á liðnum týskvøldið.