Heldur meiri saman við barninum enn hægri gjald

Hendrik Old er ikki sinnaður at hækka gjaldið út barsilsskipanini, tí hann vil heldur, at foreldrini eru longri saman við barninum

 

Tað eru ongar ætlanir um at hækka gjaldið úr Barsilsskipanini upp á 30.000 krónur um mánaðin til tey, sum fara í barnsburðarfarloyvi

 

Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður.

 

Herfyri hevði Rana Andrasson Skaalum, sæti á Løgtingi fyri Miðflokkin, tí at Jenis av Rana var í farloyvi, og tað høvið brúkti varamaðurin til at spyrja landsstýrismannin, hvørjar ætlanir, hann hevur fyri at bøta um barsilsskipanina.

 

Sum støðan er er nú, er hægsta gjaldið úr barsilsskipanini 25.000 krónur um mánaðin, men ein uppgerð vísir, at í miðal er gjaldið nakað minni enn tað.

 

Og Henrik Old sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at hækka gjaldið upp í 30.000 krónur um mánaðin, tí hann vil heldur brúka pengarnar upp á at leingja barnsburðarfarloyvi upp í 52 vikur.

 

Í løtuni er barsilsfarloyvið 44 vikur tilsamans. Tær fyrstu 14 vikurnar eru markaðar til mammuna, og pápin hevur rætt til fýra vikur. Tær seinastu 26 vikurnar kunnu foreldrini so býta ímillum sín.

 

Í fjør vórðu 114 milliónir rindaðar úr Barsilsgrunninum. Men var barnsburðarfarloyvi longt upp í 72 vikur, hevði gjaldið úr grunninum verið 187 milliónir, ella 64 prosent hægri.

 

Í løtuni er gjaldið í grunnin 0,71 prosent av lønini, men varð barnsburðarfarloyvið longt upp í 72 vikur, skuldi gjaldið hækka upp í 1,16 prosent. Ella má farloyvið styttast og tað heldur landsstýrismaðurin ikki er ein gongd leið.

 

Í løtuni eru 9,6 milliónir í barsilsgrunninum kr. í grunninum og tað er ikki nokk til barsilsfarloyvið upp til 52 vikur. Men verður meiri peningur í grunninum í heyst ætlar Henrik Old at leingja barsilsfarloyvið soleiðis upp ímóti 52 vikum.