Heldur fram at veksa

Tey, sum selja bilar í Føroyum, hava framvegis góðar dagar

Føroyingar keypa framvegis nógvar bilar.

 

Tað vísir ein uppgerð, Akstovan hevur gjørt yvir bilasøluna higartil í ár, afturímóti enn í fjør.

 

Uppgerðin vísir, at higartil í ár eru 1902 akfør seld í Føroyum og tað eru 254 bilar fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 1648 vóru seld.

 

Eyðvitað er tað í nógv størstan mun, persónbilar, sum fólk keypa. Higartil í ár, hava føroyingar keypt 1375 persónbilar, og tað eru 154 fleiri enn í fjør, tá ið 1221 persónbilar vórðu keyptir í Føroyum.