Ongantíð áður er ein so heitur vetur skrásettur í Føroyum sum hesaferð.
DMI hevur í desember, januar og februar skrásett miðalhita á heili 6,1 stig í Føroyum, og tað er ongantíð hent áður, síðani DMI byrjaði sínar skrásetingar í 1890.
Frammanundan var heitasti veturin í 2006, tá ið miðalhitin var 5,5 stig.
Tá ið DMI samanber veturin hesaferð við miðalveturin árini frá 1981 til 2010, vísir tað seg, at veturin hesaferð var 2,2 stig heitari enn miðalhitin frá 1981-2010.
Orsøkin til heita veturin í Føroyum komst av, at stóran part av vetrinum streymaði mild luft av vestri og útsynningi inn yvir Føroyum.
- Mild luft í Norðuratlantshavi er ofta samantvinnað við nógv avfall, og tí átti tað helst at verið ein vátur vetur, men soleiðis var ikki, sigur John Cappelen, veðurfrøðingur hjá DMI.
Eisini avfallið í vetur hevur verið undir miðal, og serliga var januar mánaði lutvíst turrur.
- Samanumtikið var føroyski veturin metheitur og turrari enn vanligt, sigur John Cappelen.