Amerikanski veðurlagsstovnurin hevur roknað seg fram til, at mai mánaður var tann heitasti, sum er skrásettur, síðani hitamátingarnar byrjaðu í 1880. Sagt verður, at meðalhitin á landi og sjógvi var 0,69 stig oman fyri meðalhitan. Tað ger, at mai í ár var heitari enn tann gamli metmánaðurin mai í 1998 og tískil tann heitasti, sum nakrantíð er skrásettur tey seinastu 130 árini.
Í Vesturevropa var mai rættiliga kaldur samanborið við onnur ár, men har eysturi í Evropa var tað óvanliga heitt. Eitt nú komu hitamátararnir í Finnlandi upp á 29 stig. Tað sama var har eysturi í USA, har hitin fór upp um 30 stig.
Men ongastaðni var mai so heitur sum í Pakistan, har ein óvanlig hitabylgja trýsti hitamátararnar heilt upp á 53,5 stig.










