Heitari luft = áhaldandi oysandi regn

Føroyingar nýtast ikki at leita út í stóru verð fyri at finna prógv fyri globalu dálkingini. Hon er longu vorðin partur av okkara gerandisdegi.

Og tað váttar veðurfrøðingurin hjá Sosialinum, Petur Shell Jacobsen. Broytingin í avfallinum í Føroyum seinastu tíðina hevur verið sera ógvuslig. Petur Sheel Jacobsen ivast ikki eina løtu í, at hon stavar frá dálkingini. Av tí at luftin er vorðin heitari orsakað av dálkingini verður avfallið ógvusligari. Heit luft inniheldur nevniliga meira av avfalli enn køld luft. Tá luftin í løgunum niðri við jørðina, har 70 til 80% av vætu eru í luftini, verður heitari, inniheldur hon eisini nógv meira av vatni við sama vætuprosenti, og tá avfallið kemur verður tað eisini nógv ógvusligari. Royndi veðurmaðurin sigur, at hann veit ikki um so grov æl sum hetta í morgun, tá hann fór til arbeiðis í Miðlahúsinum – eins væl og allar hesar seinastu dagarnar. Talan er um einki minni enn ”styrtregn”, sum hann málber seg. Tað oysir bara niður. Sjálvt roynda veðurmannin Petur Sheel hevur nógva regnið tikið á bóli. Hitakurvan liggur framvegis eitt gott petti yvir normalinum. Hetta er sum alla aðrastaðni, har luftin er heitari í meðal. Veðrið komandi dagarnar verður at skifta millum regn og kava. –Eg havi ikki sæð slíkt veðurkort í mánaðarvís. Øll lágtrýstini enda her, millum Ísland og Skotland. Fara lágtrýstini meira eystur yvir, so fáa vit meira høgætt, og tað gevur kaldari og turrari luft.