Við núgaldandi oljuprísum skal hvørt húski gjalda 540 kr í MVG, umframt 730 kr í brennioljuavgjaldi fyri hvørjar 1000 litrar av olju.
Tað verður upplýst, at meðalnýtslan er 4000 litrar/ár.
Útreiðslan verður tí knappar 3000 krónur eftir skatt. T.v.s at bert brennioljuavgjaldið gevur meðalhúskinum eina meirútreiðslu uppá knappar 6000 kr árliga.
Á hendan hátt, skal vanligi føroyingurin bløða 70 milliónir krónur niður í Landskassan.
Ein Landskassa, sum sambart seinastu upplýsingum frá Landsbankastjóranum hevur eitt risaavlop uppá uml 750 milliónir krónur í 1999.
Tað er tí rætt, rímiligt og skilagott at Føroya Løgting avtekur lógina um serligt brennioljuavgjald, ið er órættvíst, óneyðugt og sera tyngjandi hjá føroysku familjuni.
Føroyska familjan fær við avtøku av hesum órættvísisgjaldi ein hart tiltrongdan skattalætta uppá uml 70 milliónir krónur.
Eg fari við hesum at heita á fakfeløgini í Føroyum um at stuðla teimum á Føroya Løgtingi, ið vilja lætta um hjá føroyinginum við heilt at avtaka hetta óneyðuga og órættvísa avgjald.
Vinarliga
Marjus Dam, Løgtingslimur
NB: Løgtingsmál nr. 54/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju er lagt fram og til viðgerð í løtuni.










