Áheitan á Føroya Landsstýri í sambandi við komandi fólkatingsval

Nú høvi býðst heitir Miðflokkurin á Føroya Landsstýri um at samskipa komandi fólkatingsval við eina fólkaatkvøðu um einvísu ætlan Landsstýrisins um minking av blokkinum.

 

Víst verður í hesum sambandi til uppskot Miðfloksins um fólkaatkvøðu, sum í hesum døgum er til viðgerðar á Løgtingi.

Sambært tí fíggjarlógaruppskoti, sum Landsstýrið hevur lagt fram, tykist vælferð teirra veiku í føroyska samfelagnum hótt, og dagliga berast boð um vána støðuna, sum mong í hesum bólkum liva undir. Tí metir Miðflokkurin framvegis, at ein-staki føroyingurin eigur at hava síðsta orðið í einum so týðandi inntrivi í føroyska búskapin, sum í síðsta enda rakar allar føroyingar.