Heita á fólk um at taka upp eftir hundum

- Tað er ikki í lagi, at hundalortar liggja og sløðast ymsastaðni – og als ikki, har børn skulu spæla.

 

 

Í Hvannasunds kommunu heita tey nú á hundaeigarar um at taka upp eftir sínum hundum.

 

Ein flokkur í skúlanum á Fossánesi hevur vent sær til kommunuskrivstovuna í Hvannasundi og hevur víst á ymiskt, sum tey halda kundi verið øðrvísi.

 

- Tey hava eitt nú víst á, at ofta liggja hundalortar ymsastaðni og sløðast, har fólk ganga, og børn spæla - eisini á vøllinum á Fossanesi.

 

Hetta hevur fingið tey á skrivstovuni hjá Hvannasunds kommunu at heita á hundaeigarar um at taka upp eftir hundunum. 

 

- Tað er ikki í lagi, at hundalortar liggja og sløðast ymsastaðni – og als ikki, har børn skulu spæla, siga tey á heimasíðuni hjá Hvannasunds kommunu í dag.