Heita á fólk um at bíða við at koma heimaftur

- Russisku herdeildirnar, sum eru rýmdar úr Kherson, kunnu hava lagt spreingiløðingar.

Samstundis, sum ukrainskar herdeildir í dag hevur tikið seg inn í Kherson-bý, heita myndugleikarnir í Ukraina á fólk, sum eru rýmd úr býnum, um at bíða við at koma heimaftur.

 

Tað veit tíðindastovan CNN at siga í kvøld.

 

- Eg skilji væl, at tit hava heimlongsul og vilja koma heimaftur sum skjótast, men kortini biði eg tykkum um at bíða. Tað er ov vandamikið at vera her í løtuni. 

 

Tað sigur leiðarin fyri hernaðarumsitingina í Kherson, Yaroslav Yanushevych.

 

Hann ávarar um, at Russland kann bumba Kherson-økið, eins og vandi er fyri, at russisku herdeildirnar, sum eru rýmdar úr økinum, kunnu hava lagt spreingiløðingar.

 

- Tíverri er nógv mannalív mist av spreingiløðingum, sigur leiðarin fyri hernaðarumsitingina í Kherson.

 

Tað, sum fáur trúði kundi henda so skjótt, hendi í dag. Russisku herdeildirnar eru flýddar úr Kherson-býi, og nú veittrar ukrainska flaggið aftur á stjórnarbygninginum.

 

##med2##