Heinz bjóðaði 1000 milliardir fyri kappingarneyta

Risafyritøkan Kraft Heinz vil leggja kappingarneyta undir seg

Í fyrsta umfari bleiv tað ikki til tað, men gongur tað, sum risafyritøkan Kraft Heinz vil, verður ein onnur risafyritøka, Unilever, løgd undir teirra veingir.

Kraft Heinz hevur bjóðað sær til at gera ein óvanliga stóran handil og keypa Unilever fyri heilar 1000 milliardir krónur, men eigararnir í Unilever taka ikki av.

Kraft Heinz og Unilever eru serliga kend fyri at eiga kend matvørumerki. Kraft Heinz konsernin eigur eitt nú merki sum Heinz, Kraft, Gevalia, Tassimo,  og TGI Fridays. Unilever eigur millum annað Knorr, Ben & Jerry’s, Carte D’Or, Biotex og Dove.

Eigararnir av Unilever halda, at tilboðið frá Kraft Heinz er ov lítið, og teir vilja ikki fara víðari við samráðingunum. Sambært CNN hevur Kraft Heinz ikki uppgivið keypið, og møguliga verður boðið hækkað.