Heini og Finnur vunnu á Viljormi

Heini Vatnsdal, Finnur Justinussen og liðfelagarnir í Fremad Amager kunnu fegnast um sigur á oddaliðnum, Vejle

 

Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag. 

 

Fremad Amager við Heina Vatnsdal við frá byrjan tók ímóti oddaliðnum, Vejle sum hevði Viljorm Davidsen við frá byrjan. Finnur Justinussen kom á vøllin fyri Fremad Amager tá 20 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Fremad Amager vann dystin 1-0 uppá eitt sjálvmál, sum Vejle gjørdi tá 21 minuttir vóru farnir. Mads Greve hjá Vejle var so óheppin at beina bóltin í egið mál. 

 

Finnur Justinussen fekk eitt gult kort minuttin aftaná hann kom á vøllin. Sambært dystarfrásøgnini hjá Fremad Amager ruddaði Heini Vatnsdal væl burtur í vejuni í summum støðum.

 

Heima í Vejle harmast summi um, at høvuðsvenjarin hjá Vejle, Adolfo Sormani setti áleypararnar Dominic Vinicius, Imed Louati og Allan Sousa av til dystin ímóti Fremad Amager. Vejle Folkeblad heldur, at Adolfo Sormani kundi gott havt bíðað til vetrarsteðgin, sum verður komandi sunnudag at seta hesar tríggjar av liðnum.

 

Vejle vóru tó hepnir við úrslitunum hjá kappingarneytunum í oddinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Liðið hjá Jákupi Thomsen, Thisted megnaði bert javnleik 1-1 á heimavølli ímóti Roskilde. Vendsyssel FF tapti 0-2 ímóti Viborg á útivølli. Vejle er sostatt framvegis oddalið. Teir eru trý stig frammanfyri Thisted og Vendsyssel. Jákup Thomsen fekk onga spælitíð fyri Thisted í dag. 

 

Seinasta umfarið undan steðginum verður komandi sunnudag. Tá tekur Vejle ímóti Vendsyssel í einum sonnum oddabraki. Thisted tekur ímóti Fremad Amager í einum dysti, sum vónandi verður ein føroyingauppgerð.

 

Støðan:

 

1

Vejle 

18

10

5

3

28

17

11

35

2

Vendsyssel FF

18

9

5

4

36

23

13

32

3

Thisted

18

9

5

4

31

26

5

32

4

Esbjerg 

18

9

4

5

35

21

14

31

5

Viborg

18

8

4

6

36

28

8

28

6

HB Køge

18

7

6

5

25

18

7

27

7

Fredericia

18

7

5

6

35

30

5

26

8

FC Roskilde

18

6

4

8

26

30

-4

22

9

Nykøbing FC

18

6

4

8

26

32

-6

22

10

Fremad Amager

18

6

2

10

13

30

-17

20

11

Brabrand

18

3

4

11

16

40

-24

13

12

Skive

18

2

4

12

26

38

-12

10