Heini O. Heinesen hevur ikki brúk fyri at tváa sínar hendur

    

Í Sosialinum nú ein dagin skuldsetir Jógvan Lútzen meg fyri at vilja tváa mínar hendur í málinum um gamla Ågot.
Eg havi ikki brúk fyri at tváa mínar hendur. Tað einasta, ið landstýrismálanevndin, har eg eri formaður, hevur gjørt, er at taka støðu til eina beinleiðis kæru frá Felagnum Línuskipum.
Niðurstøðan hjá Landsstýrismálanevndini var, at tað, sum varð farið fram, var ikki eftir lógini.
Men tað er ikki landsstýrismálanevndin, sum hevur tikið fiskiloyvið aftur. Landsstýrismálanevndin er fyrr komin til ta niðurstøðu, at landsstýrismenn hava borið seg skeivt at, men eg kenni onki til, at Landsstýrið fyri tað hevur sett tiltøk í gildi, afturvirkandi, so at loyvi eru tikin aftur og at tað sostatt hevur fingið avleiðingar fyri vanligar borgarar.
Nei, sannleikin er tann, at tað er ein landsstýrismaður, sum einsamallur gav gamla Ågot fiskiloyvi dagin fyri seinasta løgtingsval, eftir eina express viðgerð í Fiskimálaráðnum, sum tók minni enn eina viku.
Men tað var ikki fyrrenn eitt ár seinni, at eigararnir fóru at brúka pening upp á gamla Ågot og nú var tað sjálvur Løgmaður, sum umsat fiskivinnumál.
Spurningurin er, hvussu hetta hongur saman, tí áðrenn tað var tað dult sum mansmorð, at loyvið yvirhøvur varð givið.
Og tað svitast heldur ikki, at tað var ein landsstýrismaður hjá fólkaflokkinum, sum einsamallur tók fiskiloyvið aftur.
Tí er tað langt úti at turka hetta upp í Heina O. Heine-sen.
Tað er Landsstýrismaðurin einsamallur, sum hevur ábyrgdina av sínum gerðum, sama hvat einstakir politikararar siga. Í dag hava allir landsstýrismenn fulla ábyrgd av teimum avgerðum, teir taka og tí kann ongin áleggja lands-stýrismanninum í fiskivinnumálum at geva eitt fiskiloyvi og ongin kann áleggja honum at taka tað aftur. Skuldi tað borið til, hevði tað verið at tikið ábyrgdina frá landsstýrismanninum og tað havi eg ongan áhuga í.
Eitt annað er so tað, at øll vita, at tað fiskiloyvið til gamla Ågot var ólógligt. Gamli Ågot var av teimum stóru línuskipum og nú kemur hann aftur í flotan sum útróðrarbátur. Hetta er at taka grundarlagið undan fiskidagaskipanini og teimum bátum, sum eru í útróðrarbólkinum framman-undan.
Hagtølini yvir veiðina undir Føroyum vísa, at veiðitrýstið hjá bólki fýra, útróðrarbólkinum, eftir toski og hýsu, er vaksið 8% síðani 1998 - og tá er gamli Ågot ikki taldur við. Skuldi lógin verðið fylgd, skuldu fiskidagatalið í bólkinum verið lækkað tilsvarandi, men tað haldi eg ikki er nøkur gongd leið.
Bara tað átti at kunna sagt fólkaflokkinum eitt og annað og eg ivist ikki í, at ein onnur landsstýrismálanevnd hevði komið til somu niðurstøðu.
Ístaðin fyri at hongja seg í hetta eina fiskiloyvið, átti landsstýrismaðurin heldur at litið frameftir og lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina, so at vit fáa heilt greiðar mannagongdir.