Samgongusamráðingar
?Hesuferð skuldi Tjóðveldisflokkurin fingið fiskivinnumál at umsitið í landsstýrinum.
Heini O. Heinesen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldsiflokkin í Norðoyggjum, er ikki nøgdir við, hvussu tey ymsu málsøkini eru býtt sundur ímillum teir fýra flokkarnar, sum skipaðu samgongu eftir løgtingsvalið 30. apríl.
Fyrr hevur Finnur Helmsdal givið ilt av sær í Sosialinum, at Tjóðveldisflokkurin ikki vístu honum ta álit, at seta hann í landsstýrið at umsita almannamál ístaðin fyri Páll á Reynatúgvu.
Men hann er ikki einsamallur um at vera misnøgdur, tí tað er aldurforsetin í flokkinum og í Løgtinginum, Heini O. Heinesen eisini
? Eg haldi, at tað var skeivt, at tjóðveldisflokkurin ikki kravdi, ella ikki fekk fiskivinnumál at umsita, heldur Heini O. Heinesen.
Hann heldur lítið um, at tjóðveldisflokkurin sostatt hevur latið øll vinnumál upp í hendurnar á fólkaflokkinum.
Hann heldur eisini, at flokkurin hevur fólk, ið væl kundu umsitið fiskivinnumál, ella fiskivinnumál í Landsstýrinum.
Eitt nú hevði hann sjálvur ikki fýrt fyri at átikið sær ábyrgdina, fekk hann eina áheitan frá flokkinum.
Men tann áheitanin kom ongantíð og hann dylir ikki fyri, at tað er hann eitt sindur vónbrotin av.
Seinasti møguleikin???
Og hann heldur seg eisini hava nakað at hava vónbrotið í.
?Eg havi verið tingmaður fyri tjóðveldisflokkin í 18 ár og tað er meiri enn nakar annar av teimum, sum umboða flokkin.
?Tað er heldur ongin loyna, at stovnsrøkt og fiskiskapur yvirhøvur, hava havt mín heilt stóra áhuga í politikki.
Og umframt at vera tingmaður, hevur hann eisini drúgvar politiskar royndir úr ymsum nevndum, ikki minst á vinnuliga og fiskivinnupolitiska økinum
Hann hevur verið bygdaráðslimur í Kunoy frá 1962 til 1970 og bygdaráðsformaður síðan 1977, limur av starvsnevndini í Føroya Kommunufelag 1981-85 og formaður frá 1983 til 1985. Harumframt hevur hann verið nevndarlimur í Norðoya Tjóðveldisfelag 1978-81, formaður 1981-84, hann var í aðalstjórn tjóðveldisfloksins 1981-84 og harafturat limur í lokalnevndini 1990 - 1994.
Á tingi hevur hann verið formaður í ídnaðarnevndini frá 1985 til 1989 og frá 1993 til 1994. Hann var formaður í samferðslunevndini frá 1985 til 1986, formaður í fiskivinnunevndini frá 1993 til 1994. Og at enda hevur hann verið formaður í vinnunvendini frá 1998.
Somuleiðs hevur hann verið formaður fyri tjóðveldisflokkin á tingi síðan á ólavsøku 1994.
Tað ger ikki støðuna betri, at tey, sum vóru á gamla apoteki, tá ið samráðingarnar vóru um nýggja samgongu, fingu tað fatan, at fólkaflokkurin var til reiðar at lata tjóðveldisflokkin fáa fiskivinnumál og tað ljóðaði eisini í krókunum, at Heini O. Heinesen skuldi vera landsstýrismaður.
Nú Heini O. Heinesen ikki varð landsstyrismaður hesuferð, man tað vera meiri enn ivingarsamt, hvussu nógvar møguleikar, hann fær afturat, tí hann fyllir 64 ár í summar og ta ið val verður aftur, man eisini hann nærkast eftirlønaraldrinum.....
Ósunt
Vit spurdu síðani løgtingsmannin um tjóðveldisflokkurin eftir hansara tykki gjørdi nóg mikið fyri at fáa fiskivinnumál, ella vinnumál.
Tað dugir hann ikki at svara uppá, men hann heldur í øllum førum, at flokkurin læsti eg rættiliga fastan í, at hann aftur vildi hava fíggjarmál at umsita í hesum valskeiðnum.
Og tað heldur hann vera eitt mistak.
? Eg haldi, at tað er ?ósunt? hjá einum flokki at tvíhalda um somu málsøki ár eftir ár, tí tá kann bæði politikkur og flokkur stirðna og verða útbrend.
? Tvørturímóti haldi eg, at tað er gott fyri virkisfýsni, bæði innanhýsis í einum flokki og á málsøkinum sjálvum, at málsøki ganga upp á skift, hetta fyri at tryggja dynamikkin í tí førda politikkinum og fyri at tryggja, at tað verður ein ávís javnvág í tí førda politikkinum.
Hann nevnir sjálvstýrisflokkin sum eitt ræðandi dømi um hetta.
?Sjálvstýrisflokkurin legði seg á mentamál einaferð í tíðina og tað er hann aldrin sloppin burtur úr aftur. Fyrst gav tað honum eyknevni ?fíniflokkur? og var við til at eta hann upp innanífrá, so at hann fánaði burtur til onki var eftir av honum, sigur Heini O. Heinesen.