Talan er um dyst millum tvey av niðaru liðunum í deildini. Elite3000, har Heini Hanusarson spælir við, er undan dystinum á næst niðasta plássinum í deildini við 5 stigum fyri fyrstu 14 dystirnar. Ajax er eitt pláss ovari á talvuni við 7 stigum.
Dysturin byrjar klokkan 13.15 okkara tíð.