Á Listasavninum eru tey í holt við at heingja føstu framsýningina upp av nýggjum, og hon letur upp í vár. Listasavnið skrivar, at ein partur er longu hongdur upp, og vitjandi eru vælkomin at vitja føstu framsýningina, og síggja hvussu uppheingingin fer fram. Meðan framsýningin verður fyrireikað, er ókeypis atgongd.
Savnið skal umbyggjast og nútímansgerast, og tískil er Skálin nú afturlatin fyri vitjandi í eina rúma tíð.
Listasavnið hevur opið hósdag til mánadag kl. 11-16.











