Í greinini “Islam og demokratisk virði” segði eg kanningar vísa, at nógvir muslimar í Danmark ikki taka demokratisk virði til sín, og at radikaliseringin verður verri við tíðini.
Fleiri ákæra meg fyri at seta fram pástandir uttan at vísa til keldur.
Og eg skal taka í egnan barm. Her er er nakað av tí, eg byggi tað á:
Teir mest radikalu islamistarnir í Danmark eru sjálvandi teir, sum vilja drepa og doyggja fyri Allah.
Hvørjir teir eru, verður m.a. lýst í DR-dokumentarinum ”Islamisk Stats danske soldater” frá 2016. Har sæst, at tað fyrst og fremst vóru ungir menn – og nakrar ungar kvinnur – sum fóru úr Danmark til Sýria at berjast fyri Islamska Statin. Hesi fólk vóru radikaliserað í Danmark. Og islamistisku strukturarnir, sum eru skipaðir í Danmark, radikalisera ikki bara børn hjá tilflytarum. Ikki so fáir etniskir danir fóru eisini til Sýria at stríðast fyri ISIS.
At hesi fólkini vóru 160 tilsamans, var ein skelkur fyri mong. Tí eitt stóð øllum greitt: Tey 160 vóru bara toppurin av ísfjallinum. Øll kundu ikki fara til Sýria. Tí bleiv spurt: Tá so nógv víga sítt lív til ein terrorfelagsskap í Miðeystri, hvussu nógv eru so til reiðar at fremja illgerðir í Danmark?
Nøkur dømi
Hetta gjørdi, at fólk fóru at spyrja seg sjálvi hvat hendi í øllum moskunum, sum eftir stuttari tíð vóru komnar í Danmark.
Í tí sambandi gjørdi TV2-sjónvarpsrøðina “Moskeerne bag sløret”, har tvær “moldvørpur” við goymdum kamera vóru í átta moskum.
Upptøkurnar vóru órógvandi.
Her eru nøkur dømi um tað, sum varð lært í moskunum, og moldvørpurnar fingu uppá upptøkutólið:
Um ein kvinna ella maður fremur hor, er teirra blóð halal, og tey skulu drepast við steining. Um kvinnan er jomfrú, skal hon pískast.
Tað er obligatoriskt at læra børn at biðja frá tí tey eru sjey ár, og at sláa tey um tey ikki biðja, tá tey eru 10 ár.
Muslimskar kvinnur mugu ikki arbeiða, har menn eru til staðar, tí tað er ikki loyvt at blanda kynini saman.
Tað er ikki loyvt eini kvinnu, sum trýr á Allah, at vera einsamøll saman við einum manni, uttan tá hon er saman við einum verja.
Ein kvinna hevur ikki loyvi til at nokta sínum manni sex, tí hjúnasongin er eitt av teimum støðum, sum hoyra undir pliktina hjá eini kvinnu at lurta og akta.
Ein kvinna skal góðtaka, at maðurin hevur aðrar kvinnur.
Ein kvinna, sum verður sligin av sínum manni, má ikki fara til løgregluna at boða frá tí. Heldur ikki um talan er um grovan harðskap.
Ein upptøka vísir, hvussu eitt sonevnt ‘sharia-ráð’ við trimum monnum ger av, at ein kvinna ikki kann skiljast fra manninum.
Muslimar mugu ikki fara til danskar føðingardagar, tí har henda tvey av teimum mest bannaðu tingunum í islam: Kvinnur og menn eru saman, og alkohol verður ofta skonkt.
Upptøkurnar vísa eisini, hvussu eggjað verður til sosialt snýt fyri at fáa sum mest av sosialum veitingum frá kommununi.
Fleiri av teimum átta moskunum sóu annars út til at vera alt annað enn rabiatar og høvdu enntá tosað um dialog við aðrar átrúnaðir og annað gott. Undir hesum glasurinum var kortini ein heilt annar veruleiki.
Islam-guiden
Eg fari eisini at mæla Jiménez til at lesa bókina “Islam-guiden”, sum Islamisk Trossamfund gevur út. Hetta er tann størsti felagsskapurin hjá muslimum í Danmark. Bókin er sostatt eitt rættiliga autoritativ vegleiðing til danskar muslimar.
Í bókin stendur, at islam er ein altumfatandi lívsformur, sum ikki bara kemur til sjóndar í tí livaða lívinum millum menniskju, men eisini er ein stats-skipan, har sharia-lógin fult og heilt skal setast í verk.
Mann kann also ikki velja hetta ella hitt. Islam er alt. Alt menniskja. Allar reglurnar. Allur politikkurin. Allur staturin.
Reint konkret merkir hetta millum nógv annað sambært bókini, at tá tað ikki er armóð í einum samfelag, kann hondin høggast av fólki, sum bróta fyriskipanir.
Slíkt kallast ein totaliter politisk ideologi. Og ein slík ideologi kann ikki sameinast við frælsi og fólkaræði.
Wilk
At integratiónin ikki av sær sjálvari verður betri við tíðini, verður m.a. lýst í hesi rapportini hjá donsku stjórnini frá 2018: ”Analyse af børn af efterkommere med ikke-vestlig oprindelse”. Rapportin vísir, at børn hjá børnum hjá tilflytarum uppá nógvar mátar eru verri integrerað enn børn hjá tilflytarum.
Men tølini í mín fyrru grein vóru serliga úr eini stórari kanning millum danskar muslimar, sum greiningarstovnurin Wilke gjørdi fyri Jyllands Posten í 2024.
Hon vísti m.a., at 35% av donskum muslimum hildu, at terrorálopið 7. oktober kundi rættvísgerast. 32% søgdu seg hava samhuga við Hamas heilt generelt. Og tað varð greitt, at sera nógvar muslimskar kvinnur í Danmark ikki sleppa at velja sín egna maka.
Kanningin vísti eisini sera væl tað, eg segði í hini greinini: Muslimar verða ikki minni, men meira radikalir við tíðini. T.d. søgdu 28% av teimum 18-29 ára gomlu seg verða sinnað at bróta lógina fyri at fylgja islam. Millum muslimar, sum vóru eldri enn 55 ár, var hetta tal einans 3%.
Hesi og mong onnur úrslit í kanningini fingu Mette Frederiksen til at siga soleiðis í samrøðu við JP:
“Demokrati er eisini alt tað, tú ikki sært. Tað snýr seg um hvussu vit undirvísa, hvussu vit uppala, hvussu vit eru saman og tann grundleggjandi virðingin, vit hava fyri felagsskapinum. Tað er felagsmongdin av øllum hesum, sum ger Danmark til eitt av heimsins bestu samfeløgum. Og tað, at vit nú hava ein so stóran bólk av fólki sum ikki stuðla hesum – og í nøkrum førum beinleiðis vanvirða tað – er vandamikið fyri okkum sum samfelag.”
Hon segði eisini: “Vit skulu ikki øll meina tað sama, men tað er nakað, sum vit noyðast at vera samd um (. . .) har tað faktiskt, í mínum eygum, ikki er pláss til ósemju í einum samfelag.”
Tað er henda ósemja um heilt grundleggjandi virði, sum við stóru muslimsku tilflytingini er komin inn í danska samfelagið. Og í fleiri førum eru danskir myndugleikar tíverri bakkaðir undan muslimskum trýsti í ítøkiligum málum.
Metta F kallar tað “vandamikið”. Í Svøríki kallar stjórnin beinleiðis innlendis islamismuna eina “trygdarhóttan”.
Hvat tað ítøkiliga kann føra til, tá ein bólkur av fólki hevur heilt onnur virði enn restin, verður m.a. lýst í sendirøðini Ghetto á TV2 frá 2025 . Hon lýsir kriminellar bandar, sum hava samband við leiðandi imamar, muslimsk “ráð”, sum taka avgerðir í málum, sum áttu at komið fyri rættarskipanina, og eina ógvusliga og púra ólógliga kvinnukúging.
At enda
Hvat hevur alt hetta við Føroyar at gera, kann ein spyrja.
Tað hevur tað við okkum at gera, at vit kunnu læra av tí.
Tilflytingin er stór sum er. Og fólkasamansetingin ger, at hon illa kann annað enn vaksa. Vit mangla snøgt sagt hendur.
Eg havi í mong ár brúkt nógva tíð uppá at hjálpa útlendingum í Føroyum. Í nøkrum førum enntá at tryggja teimum ríkisborgararætt við politiskari avgerð. Tí útlendingar, sum vilja og virða Føroyar og okkara grundvirði, eru ein fongur fyri okkum. Eitt fantastiskt dømi er Fernando Troleis, sum var í sjónvarpinum í gjár.
Men fólk, sum grunda sítt lív á islam, hava í summum førum heilt onnur virði enn vit. Tá ber integratiónin snøgt sagt ikki til. Og tá er tilflyting ikki nakar vinningur, men ein vandi.
Tað snýr seg ikki um meirilutan av muslimum, men um ein tíverri ikki so lítlan minniluta.
Vit mugu ásanna henda veruleika, hóast hann er bæði óbehagiligur og “ókorrektur”. Vit mugu læra av hesum. Tí vit standa á gáttini til eina gongd, sum ógvuliga skjótt kann gera, at vit standa í somu støðu sum danir og sviar.
Tað er ikki hent. Og vit hava møguleika at forða tí.
Gera vit ikki tað, svíkja vit komandi ættarlið.











