Orsakað av veðri hevur Smyril havt broytingar og avlýsingar í ferðaætlanini fleiri dagar á rað hesa vikuna, og hetta heldur fram.
Orsøkin er m.a. nógvur vindur og liggjandi eysturætt, hevur verið sagt.
Í morgin er ferðaætlanin eisini skerd.
Ssl.fo hevur hesi boð:
Seinast dagført: 28. januar kl. 13:31
Fyri veður verða túrarnir hjá Smyrli av Havnin 14.15 og av Krambatanga kl. 17.30 í morgin ikki sigldir, hósdagin 29. januar.











