Fótbóltur
Tað sendi ein skelk gjøgnum allan fótbóltsheimin, tá føroyska fótbóltslandsliðið tann minniliga 12. september í 1990 vann 1-0 á Polster, Rodax og hinum stjørnunum hjá Eysturríki.
Talan var um fyrsta fetið hjá Føroyum í altjóða undankapping, og hóast nógv vatn er runnið í ánna tey 18 árini síðani tað, so er áhugin framvegis stórur fyri føroyska landsliðnum. Og áhugin er ikki minni, nú Føroyar hava møguleika at endurskapa sensatiónina, tá Eysturríki kemur á vitjan um 10 dagar.
- Tað er altíð eitt sindur at gera í sambandi við landsdystir, men hesa ferð er talan um óvanliga nógvar fyrispurningar. Líka úr Japan hava fjølmiðlar víst dystinum ans, og eingin ivi er um, at júst hesin dysturin vekir minnir so øgiliga nógva aðra staðni enn bara í Føroyum.
Hvussu stórur føroyski áhugin er, ber illa til at siga, fyrr enn vit síggja fjøldina, sum leitar sær á Tórsvøll annan leygardag. Dagurin í dag markerar tó bryjanina til ætlanina hjá Miðlahúsinum um at fylla Tórsvøll, og tað er eitt átak, sum FSF tekur ímóti við opnum ørmum.
- Eg haldi tað vera ómetaliga gott, at Miðlahúsið tekur stig til eitt slíkt átak. Tað er eingin ivi um, at spælararnir hava stóran tørv á stuðlinum, sum ein stór og íðin áskoðarafjøld kann geva. Tað kann hava við sær, at orkan verður tað lítla pettið eyka, sum er so alneyðugt í slíkum dystum. So tað er sjálvandi mín vón, at hetta er eitt átak, sum fer at eydnast væl, sigur Ísak Mikladal.