Í mars kemur heimskendi kristni rockbólkurin, P.O.D. til Føroya at spæla konsert. Fyrireikararnir kalla hetta størstu gospel rockkonsert í Føroyum í langa tíð.
Amerikanski bólkurin byrjaði at spæla heilt afturi í 1992, men tað var ikki fyrrenn eftir aldarskiftið, at hann veruliga slóg ígjøgnum. Altjóða gjøgnumbrotið kom í 2001 við útgávuni, "Satellite", og serliga sangunum "Alive", "Youth of the Nation", "Boom" og heitislagnum. Í fimm vikur lá fløgan á Billboard Top 200 sølulistanum og 10 milliónir eintøk av fløguni vórðu seld kring knøttin. Teir vórðu tá tilnevndir fleiri Grammy virðislønir.
Hóast hetta var hæddarpunktið í yrkisleiðini hjá bólkinum, so hevur hann síðani verið virkin við eini røð av útgávum, sum hava verið væl móttiknar. Í novembur mánaði kom nýggjasta útgávan, "Circles", út og tað er í tí høpi, at P.O.D. eru farnir á konsertferðina, sum eisini førir teir til Føroya.
I AM skal hita upp fyri P.O.D, og hesin føroyski bólkurin kann sigast at vera tann kristni rokkbólkurin, sum hevur havt mest viðvind í Føroyum. Í 2019 eru tað tjúgu ár síðan teirra fyrsta fløga, "Cast", kom út. Tað var á tí fløguni, stórhittið "Alla leið" var at finna.
P.O.D. spæla í Keypmannahavn í februar og skuldu eftir ætlan enda sína konsertferð í Evropa í Moskva 20. mars. Men teir hava forlongt ferðina, so teir kunnu enda hana í høllini á Hálsi 22. mars.