Heimsins størsti motorsúkklufelagsskapur

Heimsins størsti motorsúkklufelagsskapur er Harley Owner Group (HOG) við umleið 700.000 limum um allan heim.

 Limir í hesum felagsskapi koma úr øllum samfelagsstættum. Teir eru fríir fyri allar bindingar til motorsúkkluumhvørvið og eru politiskt og fíggjarliga óbundnir hvør av øðrum. Limirnir er bert saman fyri at hava góðar upplivingar og njóta teirra felags áhugamál, Harley Davidson motorsúkklurnar. Skipað verður fyri túrum fyri einstaklingar og familjur.
 
Vanligt er eisini at Harley Davidson felagsskapir gera nakað fyri børn. Tað hava vit í Føroyum sæð, tá teir t.d. hava savnað pening til Barnaheimið í Havn, og børnini fáa eina heilt serliga uppliving við at sleppa ein túr á baksetrinum á Harley Davidson motorsúkklu.