Heimsins størsta havtaska

Tveir stuttleikafiskimenn, sum fóru at draga gørn uttan fyri Leknes í Vesturnoregi fyrramorgunin, gjørdust ikki sørt skakkir, tá ein risastór havtaska kom uppundan. Tað tók sína tíð at fáa havtaskuna inn í bátin og upp á land, men tað var ikki so løgið, tí tá havtaskan kom á vektina, steðgaði vektin á 99,4 kilo.

Bergens Tidende skrivar, at hetta er størsta havtaska, sum fólk vita um at siga, og at tað gamla heimsmetið var 79 kilo við rognum.

Tey kønu siga við blaðið, at hevði havtaskan havt rogn, hevði hon helst vigað eini 40 kilo meiri.