Heimsins ríkastu lond gjørt milliarda íløgur í kolevnisvinnuna

Nýggj frágreiðing vísur at G20 londini stuðlaðu kol, olju og gassvinnuni við billiónum av krónum í 2022

Hóast heimsins ríkastu lond hava givið lyfti um at steðga við at brúka dálkandi orkukeldur, verða nógvir almennir pengar nýttir til kolevnisvinnu.

 

Tað sigur frágreiðing frá tankasmiðjuni IISD, sum granskar í burðardyggari menning.

 

Stuðulin er tvífalt so høgur sum áðrenn Koronukreppuna.

 

Peningurin var latin gjøgnum lán, stuðulspakkar og almennar íløgur.

 

Sambart frágreiðingini blivu tríggir fjórðingar av stuðlinum, sum bleiv latin orkugeiranum latin kol og oljuvinnuni.