Heimsins fyrsta ráðfrúa skrivaði fyrstu tíðargreinina

Sosialurin 90 ár: Heimsins fyrsti kvinnuligi stjórnarlimur skrivaði tíðargrein í fystu útgávuni av Sosialinum

Sosialurin 90 ár: Heimsins fyrsti kvinnuligi stjórnarlimur skrivaði tíðargrein í fystu útgávuni av Sosialinum

 

Í fyrstu útgávu av Sosialinum er ein tíðargrein um Karl Marx. Høvundur er Nina Bang, sum var ráðfrúa í undirvísingarmálum í stjórnini hjá Thorvald Stauning frá 1924-26. Hon er fyrsti kvinnuligi stjórnarlimur í heiminum, sum hevur sitið í eini demokratiskari stjórn.

 

Nina Bang varð fødd 1866 í Keypmannahvn. Hon doyði í 1928. Hon var bæði lands- og kommunalpolitikari, ráðfrúa í undirvísingarmálum fyri Javnaðarflokkin, søgufrøðingur, sosialistur og marxistur, hóast hon kom úr einum konservativum umhvørvi í Keypmannahavn.

 

Nina Bang giftist í 1895 við Gustav Bang, sum var politikari og sat í leiðsluni í danska Javnaðarflokkinum til hann doyði í 1915. Hon var systir konservativa politikaran H. O. G. Ellinger, men tey vóru á ongan hátt samd politiskt.

 

Nina Bang verður umrødd í bókini »Det 20. århundrede – De 100 mest betydningsulde personer i Danmark«.

 

TRÝST HER fyri at síggja fyrstu útgávuna av Sosialinum 24. mai í 1927

 

24. mai í 1927 kom Sosialurin út á fyrsta sinni. Sosialurin fer at hátíðarhalda dagin – og fer fram til dagin at prenta ymiskt, sum hevur staðið í Sosialinum hesi árini.